" SAGNIR" The photographic book about faroese legends / Ophélie Giralt

Stuðlið bókini "Sagnir", sum føroysk børn hava verið við til at gjørt!

Project visual " SAGNIR" The photographic book about faroese legends / Ophélie Giralt
Successful
119
Contributions
12/04/2024
End date
€9.103
Out of €8.907
102 %

" SAGNIR" The photographic book about faroese legends / Ophélie Giralt

{ ENGLISH BELLOW} Vælkomin til Føroya, har ið samljóðið millum náttúru og sagnir er vert at varðveita. Kjaftsvart var og illa regnaði, tá eg steig fótin á land á hesum grønu oyggjunum av fyrstantíð í juni 2021. Tað var hesin serligi dámur, sum vakti mær hugin at fáast við at taka myndir um evnið sagnir saman við føroyskum børnum. Flokslærarin Anna Maria Olsen var við á okkara rannsóknarferð inn í týðandi sagnarheim oyggjanna. Hvørja viku í eitt ár møtti eg upp í Tofta skúla at hoyra um hesar sagnir saman við einum fimta flokki við kveiktum hugflogi. Saman góvu vit søgnunum lív, seymaðu búnar við maskinu og fóru síðan út á staðirnar, har sagnirnar fara fram, at gera løturnar ódeyðiligar við einum fornum 4x5 tumma myndatóli. Eftir lokna myndatøkuverkætlan fór so aftur drúgv tíð við at fáa sagnirnar týddar til franskt og at fáa tær givnar út í bók saman við myndarøðini av børnunum. Nú er høvið at stuðla hesi bókaverkætlan, sum er meir enn bert ein myndabók. Við støði í umfatandi ljósmyndaarbeiðnum heittu vit á serkønu prentsmiðjuna í París, Escourbiac, um at prenta okkum hægstu dygd í ljósstungumynd og pappíri, so at komandi myndabók við føroysku søgnunum skal gerast eitt satt skreytbind. Týðingin til franskt er eisini liður í endamálinum at røkja ríka føroyska mentanararvin. Tygara stuðul fer tí til fáa bókina útgivna bæði í Føroyum og Frankaríki, og harvið til at varða um hesar áhugaverdu søgur og soleiðis leggja lunnar undir, at tær framvegis verða taldar ætt eftir ætt. Komið við á hesa ævintýraferð í Føroyum síðu fyri síðu, har ið eyðagóðu børnini geva sínum yndissøgnum nýtt lív. Harumframt vil eg takka øllum teimum, sum bæði nær og fjar tóku tøk í at gera hesa bók til veruleika. Tøkk fái Napoleon Smith, Philippe Carré, Ingmar Berg Mikkelsen, Anna Maria Olsen, Camille Bourrier, Annabelle Foucher og prentsmiðjan Escourbiac. ✨ Hví stuðla? At stuðla røkkur longur enn so. Tygum fáa harvið avgerandi leiklut í at bera hesa verkætlan á mál bókmentaliga og fíggjarliga í samstarvi við børnini, undirritaðu myndakvinnu og lærarinnu floksins Onnu Mariu Olsen, sum var berandi í verkætlanini. Øll peningagáva munar í geva bókina út og harvið at birta lív í hugfarsligu frásagnirnar. 🎁 Úrvaldir ágóðar! Stuðul tygara vendir eiheldur tómur aftur. Tvørturímóti fáa tygum bókina afturfyri, sum er bíligari enn vanligt, við hondskrivaðari heilsan eftir vild, og umframt tað nøkur úrvald undirskrivað ljósmyndaverk. Alskyns ágóðar eru at velja ímillum. 🚀 Hvussu taki eg lut? Stuðulsverkætlanin fer ómakaleyst fram á viðurkendu fronsku hópfíggingarheimasíðuni KissKissBankBank. Har er alt neyvt lýst og ein kann geva eftir førimuni. Alt ger mun. Saman skapa vit søgu ! Á heimasíðuleinkinum niðanfyri kunnu tygum lesa meira um okkara verkætlan og fáa lut í bókliga ævintýrinum. Tygara stuðul er altavgerandi, og vit eru spent eftir at sparra við tygum. Welcome to the territory of the Faroe Islands, where nature, ancient tales and photography combine to create a unique story. In June 2021, my first steps on these green lands revealed a landscape shrouded in thick fog and lulled by incessant rain. Inspired by this atmosphere, I embarked on a photographic project on Faroese tales in collaboration with local children. Alongside teacher Anna Maria Olsen, we explored the stories that shape the identity of these 18 isolated islands. Every week for a year, I went to Toftir school to share these stories with a CM2 class, capturing their imagination. Together, we brought these tales to life by creating costumes on the sewing machine, then immortalized these moments with the 4x5 camera in the precise locations of the legends. Now, the photographic project having been completed, we have been working for several months with translators, on the release of a book highlighting the series created with the children, as well as Faroese legends. Today, I invite you to support this project which goes far beyond a simple photographic book. Due to the dimension of the photographic series combined with Faroese tales, the idea is to create a beautiful object in book form and this is why we call on the Escourbiac printing company in Paris which specializes in “Beautiful Books” using the photoengraving technique and high quality paper. The aim was also to translate Faroese stories into French in order to make this heritage known beyond borders. Your contributions will enable this work to be published in the Faroe Islands and France, thus preserving the richness of Faroese tales and the lasting impact of these stories on future generations. Join us on this adventure where the Faroe Islands archipelago comes to life through each page, carried by the authenticity of the children and the singularity of their legends. I would also like to thank all the people who participated directly or indirectly in the production of this book, such as Napoléon Smith, Philippe Carré, Ingmar Berg Mikkelsen, Anna Maria Olsen, Camille Bourrier, Annabelle Foucher and the Escourbiac printing company. ✨ Why contribute? Your contribution will be much more than a simple donation. You will become a literary patron, a partner in creation in collaboration with local children and the photographer behind this project as well as Anna Maria Olsen, the school teacher who made this project possible! With every euro/dkk that you invest, you help us to achieve this self-publishing, to bring unique characters to life and to share a meaningful story. 🎁 Exclusive rewards for you! Your support is not taken lightly. In exchange for your generosity, exclusive rewards ranging from access to the book at an attractive price, signed or not, including signed art prints. Each level of contribution brings its own benefits, so choose the one that resonates most with you! 🚀 How to participate? Join our campaign on KissKissBankBank, explore the details of our project and choose the amount that seems right to you. Every contribution, big or small, brings us closer to our common goal. Together, let's create a memorable story! Click on the video link to discover our project and be part of this literary and photographic adventure. Your support means a lot, and we can't wait to share this experience with you.

Allocation of funds

Útreiðslur í sambandi við bókina: Framkalling av myndum: 6.678 kr Uppseting: 11.872 kr Prent: 250 eintøk á føroyskum og 250 á fronskum: 43.360 kr Flutningur til Føroya úr Fraklandi: 1.484 kr TILSAMANS: 66.091 kr * Týðararnir vórðu samsýntir av teimum 12.000 krónunum, sum Mentanargrunnur Landsins og Nes kommuna lótu. What are your donations for ? All expenses related to the publication of the book “Sagnir”: Film photography, development: 900 euros - 6,678 dk Graphic designer / Illustrations: 1,600 euros - 11,872 dk Prints, 250 Faroese copies, 250 French copies: 5,787 euros - 4,2939 dk + Hot stamping = 420 euros - 3,116 dk Delivery from France to the Faroe Islands: around 200 euros - 1,484 dk TOTAL : 8,907 euros 66,089 dk * The translators were paid 12000dk - 1617 euros with the help of Mentannargrunnur (cultural fund of the Faroe Islands) and the municipality of Nes.

Rewards

Pakkin “Nykur”

€10

  • 15 contributions
-75 dkk - Takk!! Hesin uppvendi tummil gevur okkum munandi framgongd við verkætlanini og tygum fáa eitt undirskrivað myndapostkort upp á 10x15 cm, umframt eina mynd, sum tygum kunnu velja burtur úr myndarøðini, sum er til taks

Estimated delivery: May 2024

Featured reward

Pakkin “Tindhólmur”

€27

  • 74 contributions
-200dkk- Óført! Takk! Afturfyri fáa tygum eitt eintak av bókini á føroyskum ella fronskum, somuleiðis sleppa tygum velja tygum eitt undirskrivað myndaposkort upp á 10x15 cm.

Estimated delivery: May 2024

Pakkin “Floksmenn”

€66

  • 20 contributions
-490dkk- Túsund takk!! Hetta er funnin fressur, og í viðurlag fært tú bæði bókina á einum av málunum, og so eina undirskrivaða mynd á Fine Art-pappíri 24x30 cm í vavi og ikki at gloyma postkortið upp á 10x15 cm við undirskrift.

Estimated delivery: May 2024

Pakkin “Snjæbjørn”

€120

  • 3 contributions
-890 dkk- Tøkk fái tygum fyri tygara góðvild! Við hesi peningagávu eiga tygum á tveimum eintøkum av bókini (ein undirskrivað), eini undirskrivaðari Fine Art-mynd, umframt 2 undirskrivaðar myndir upp á 10x15 cm.

Estimated delivery: May 2024

Pakkin “Marra”

€200

  • 4 contributions
-1 484dkk- Tygum eru ein góðvildarmaður av gulli! Tvey eintøk av bókini, gerið so væl, ein undirskrivað Fine Art-mynd og øll hin samlaða myndarøðin “Sagnir” upp á 10x15 cm hvør og við undirskrift.

Estimated delivery: May 2024

Make a donation

Give what I want